Eyðun og Terji á Ólavsøkukonsertina

Eitt av føroysku nøvnunum, ið skal spæla á Ólavsøkukonsertini, er hitduoin Eyðun og Terji, ið tilsamans eiga fleiri hitt enn nakar annar í Føroyum. Eyðun er sera fløguaktuellur júst nú, og fløga hansara fekk sera góð ummæli í Sosialinum herfyri, og Eyðun liggur ovast á 15 teimum bestu.

 

Umframt hittið beint nú, Hvønn Dag, eru fleiri onnur løg, ið væl kunnu gera um seg. Longu nú hoyrir man fólk ganga og murra við, tá ið løg hannsara verða spæld í útvarpinum.

 

Terji Rasmussen var valdur aldarinnar tónleikari í Føroyum, síðstu øld, men enn er hann vælkoyrandi. Tá hann og Eyðun fara á pall, er nærum garanti fyri, at kommunuskúlagarðurin fer at kóka, og fólk fara at syngja við teimum mongu kendu hittunum, teir báðir hava smíðað. Við Eyðuni og Terja á pallinum, kann ein konsert ikki ganga illa, hvat undirhaldi viðvíkur