Voxbotn er um góðar tvær vikur, og nú avdúka fyriskipararnir enn eitt tónleikanavn, ið kemur á skránna.
Tað eru teir báðir hittmakararnir og trubadurkongarnir Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen, ið fara á trubadurpallin á Voxbotn leygardagin 29. juni.
- Tað munnu vera fá tónleikanøvn, ið megna at fáa so nógvara áskoðarar at syngja við, sum just Eyðun og Terji, ið koma á Voxbotn við einum stórum kufferti av sangum, ið øll elska. Hvør í sínum lagi og saman hava teir støðugt skapt nøkur av størstu hittunum seinastu 30 árini, siga fyriskipararnir.
- Eyðun og Terji eru garantar fyri einari góðari veitslu frammanfyri pallin. Óansæð um tað snýr seg um Eros, jalousi, um at fara aftur í 80ini ella at flýggja til tónleikin, siga fyriskipararnir.
Frammanundan kemur Martin Joensen á trubadurpallin, meðan onnur nøvn, ið spæla á Voxbotn eru t.d. Nik & Jay, Carpark North, Legends of Iron Maiden við Blaze Bayley og Paul Di Anno, Eivør, 200, Swangah Dangah, Xperiment, Beinir, Voxbotn Allstars umframt fleiri onnur kend nøvn.
Voxbotn er konsertdagur, sum verður hildin fyri aðru ferð niðri í Vágsbotni leygardagin 29. juni.