Leygarkvøldið framføra teir vælkendi tónleikararnir Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen í XV í Miðvági.
Vit kenna teir øll, og aftur hetta vikuskiftið trína teir vælumtóktu tónleikararnir á pall, og hesu ferð er talan um barrina XV í Miðvági.
Terji og Eyðun er kendir fyri teirra leiklut í Frændum, og júst í ár eru tað 25 ár síðan teir góvu sína fyrstu plátu út sum Frændur. Frændur hava ætlanir um at útgeva eina serliga ?Frændur ? 25 ár? fløgu út í ár, so væntandi verður nógv meira at hoyra frá teimum sum árið líður.