Kviki framherjin, Eyðun Samuelsen, fer í ár at spæla í AB. Hóast papírarbeiðið ikki rættiliga er avgreitt enn, so er greitt at Eyðun ikki verður í HB í ár.
Eyðun Samuelsen var partur av meistaraliðnum hjá HB í fjør, so skiftið til AB er eitt stig niðureftir. Sjálvur sigur Eyðun seg vera spentan um uppgávuna, og vónar AB fer at standa seg væl í ár. ? At fara frá fyrstu deildar fótbólti til at spæla í aðru deild er eitt vet niðureftir, men AB hevur eitt spennandi lið og góðar umstøður, og tí gleðI eg meg til kappingarárið í ár.
Argjamenn flutti upp úr triðju deild í fjør, og felagið ætlar at nýta árið í ár at etablera seg í 2.deild, áðrenn síðsta takið verður tikið mótvegis uppflyting í fremstu deildina.
Umframt Eyðun Samuelsen, so arbeiðir AB í løtuni við at fáa aðrar spælarar til felagið.