Mikukvøldið 9. juni klokkan 19 letur Eydna Kjelnæs upp listaframsýning í Norðoya kunningarstovu.
Eydna, sum er ættað úr Klaksvík, er gift og býr í Danmark, har hon hevur starvast í 30 ár innan handilsvinnuna.
Fyri góðum trimum árum síðani fór hon undir listina, og valdi hon málningalistina, sum fellur henni lætt, og sum henni dámar sera væl.
Á framsýningini vera umleið 30 málningar við fjølbroyttum evnum. Hon er sostatt nakað nýggj á hesum økinum ? men hevur tó havt framsýningar bæði í Fåborg og í Assens, har hon hevur sítt handilsvirksemi.
Mikukvøldið frá klokkan 19 til klokkan 21 verður hon sjálv á kunningarstovuni, har øll, sum vilja, kunnu fáa eitt hugnaligt prát aftur við einum kaffimunni.
Framsýningin verður annars opin allan juni mánað, tá kunningarstovan hevur opið.