Eydnan var óblíð við AaB

AaB megnaði at toga leiðsluna, sum Manchester City hevði frá fyrra dystinum í Manchester. AaB var á odda 2-0, tá 90 minuttir vóru spældir, við málum frá Luton Shelton og Michael Jacobsen, sum skoraði uppá brotsspark. Tá Manchester City hevði vunnið fyrra dystin 2-0 í Manchester, var neyðugt við longdari leiktíð.

 

AaB var samlað tað væl betra liðið, bæði í vanligu leiktíðini, og í longdu leiktíðini, men tá 120 minuttir vóru farnir aftur um, var samlaða støðan framvegis 2-2, og neyðugt var at fara til brotssparkskapping.

 

Manchester City skoraði fýra av fýra, hóast AaB-málverjin, Karim Zaza var líka við at bjarga onkrum brotssparki. AaB brendi trý av fimm brotsspørkum, og Manchester City er víðari til fjórðingsfinalurnar í UEFA Cup kappingini.

 

Werder Bremen, Marseille, Dynamo Kiev, Shaktar Donetsk, Hamburger SV, Udinese og Paris Saint Germain eru hini liðini í UEFA Cup fjórðingsfinaluni.