Nýggja býráðið í Sunda kommunu skipaði seg á býráðsfundi í gjárkvøldið, og á fundinum vórðu eisini nevndirnar skipaðar.
Tað er nú greitt, at nýggjur borgarstjóri í kommuni frá 1. januar 2025 at rokna verður Eyðstein Zachariasen, sum er varaborgarstjóri í sitandi býráði.
Á heimasíðuni hjá Sunda kommunu vita tey í dag at siga, at valbólkarnir í samband við skipingina vóru hesir:
Valbólkur 1: Eyðstein Zachariasen, Hanna Paula við Streym, Marni E. Joensen, Lena Dam, Haraldur S. Hammer, Rakul Martinsdóttir Johansen, Hallgerð Hansen og Ingibjørg Egholm.
Valbólkur 2: Jógvan Kruse, Rógvi Nybo og Trygvi Kallsoy.
##med2##
- Nýggja býráðið gleðir seg at sleppa til verka - til frama fyri allar borgarar og allar bygdir í kommununi, sigur Eyðstein Zachariasen á heimasíðuni hjá kommununi - www.sunda.fo