Eyðun dømir í Íslandi

Hóast Andreas F. Hansen er steðgaður sum dómari, so heldur Eyðun Samuelsen fram á altjóða pallinum.

Tað hevur nevnliga eydnast Eyðuni at fáa samstarv við íslendskan altjóða dómara – Ingvar Guðjónsson – og teir báðir døma um vikuskiftið fýra dystir.

Hetta gera teir í sonevndari upphitingarkapping til íslendsku hondbóltskappingina. Fríggjakvøldið dømdu teir báðir stórdyst millum FH og Val. Leygardagin vóru tveir dystir á skránni, og í dag verður talan um tann eina dystin.

Sjálvur letur Eyðun væl at samstarvinum, sum nú er íkomið.

- Hetta er sjálvandi fyrsta ferðin, at vit døma. Men tá vit dømdu fríggjakvøldið varð dysturin streamaður, og tað var hugaligt at hoyra, at fleiri høvdu givið okkum báðum gott skoðsmál fyri avrikið, sigur Eyðun Samuelsen úr Íslandi.