Eygað og evolutiónin

A. Guttormur Djurhuus


Eingin ósemja um evolutiónina
Í dag er eingin ósemja millum lívfrøðingar um evolutiónslæruna. Evolutiónslæran er læran um at allar livandi verur eru stæddar í støðugari broyting, og laga seg eftir umhvørvinum, og at tær sum hava størstu framgongdina til at fáa eftirkomarar eru tær, sum verða við yvirlutan og bera ættina víðari.

Evolutiónslæran verður til
Charles Darwin (1809  1882) var kring knøttin í árunum 1831 til 1836, sum náttúrufrøðingur við bretska kanningarskipinum Beagle. Á hesi ferð hevði hann bitið merki í at í øllum plantu- og djórasamfeløgum eru frábrigdi. Tað er at tvey eintøk av somu plantu ella av sama djóri, eru í ongum føri heilt eins. Ein ávís variatión vísir seg altíð at liggja fyri, og er tað henda variatión sum verður brúkt, tá djór og plantur verða domestiseraði. Við í ætt eftir ætt at velja ella velja frá ávís frábrigdi, ber til at broyta eginleikarnar hjá plantum og djórum. Tað er á henda hátt vit hava bøtt um eginleikarnar á korn- og djórasløgum, so nógv at upprunasløgini illa eru at kenna aftur.
Ein dagin, Charles Darwin sat og las í bókini hjá bretska prestinum og búskaparfrøðinginum Malthus (1766  1834), um fólkavøksturin, har hann sigur at ein fólkabólkur altíð vil nøra seg skjótari enn tilfeingið av føði, gjørdist hann greiðir um at í stríðnum fyri lívinum, hava verur við fyrimunarligum frábrigdum lindi til at verða varveittar, og tær við negativum frábrigdum lindi til at hvørva. Og tískil verða frábrigdini sjálvi varveitt ella hvørva. Úrslitið gerst at ein nýggj vera so líðandi verður til.
Komin til beint somu niðurstøðu var A. Russel Wallace (1823  1913), sum tá var staddur á Molukkoyggjunum í fjareysturi, har hann savnaði djór og plantur til søvn í Bretlandi. Hann sendi Darwin bræv hesum viðvíkjandi og gjørdist úrslitið at evolutiónslæran, so sum vit kenna hana í dag við smávegis ískoytum. Hon varð almannakunngjørd samstundis av Darwin og Wallace 1. juli í 1858 í Linnean Socity í London. Hvørki Wallace ella Darwin vóru persónliga hjástaddur. Wallace var í Nýguinea har hann leið hungur, samstundis sum hann var við at verða etin upp av skordýrum. Darwin hevði tað heldur ikki lætt henda dagin. Hann gravsetti yngsta sonin Charles sum altíð hevði verið heilsuveikur, og sum nú var deyður í skarlaksfepuri.

Evolutiónslæran hvílir á tryggum grundstøði
Einfalda grundstøðið undir evolutiónslæruni er tað sum omanfyri er greitt frá og í dag er eingin lívfrøðingur, sum ivast í at grundstøðið er rætt. Smálutir vil altíð ósemja vera um, men tað er so at bøtt verður um ástøðið. Ivin er líka lítil sum hjá einum stjørnufrøðingi um at jørðin melur um sólina og ikki øvugt. Tá tað varð sagt í sínari tíð søgdu fólk: Men vit síggja jú hvønn dag við egnum eygum, at sólin melur um jørðina! Og vox pópuli, vox Dei. Men so er ikki í vísindini. Har verður eitt ástøði at falla um tað ikki kann standa sína roynd. Her er ástøðið bert styrknað sum tíðin er liðin, og er í dag tryggari og betri stuðlað av royndum enn nakrantíð.

Hvussu evolutiónin skapti eygað
Ein ofta reistur spurningur er um hvussu tað kann bera til at at evolutiónin kann skapa ein so samansettan kroppslut sum eygað. Eygað hevur av kreationistum verðið brúkt sum prógv fyri at aftanfyri skapanina, má vera ein alvísur gudur, ið stýrir øllum.
Tá Darwin skrivaði The Origin of Species (1859) var hann fyrireikaður til slíkar atfinningar og skrivaði serligt kapittul um meinbogar sum vóru í ástøðinum. Júst til eygað brúkti hann serliga nógv pláss. Fyrst við at siga at hann viðgongur at tað at hugsa sær at eygað er skapað av evolutónini er órímiligt, og í næsta andadrátti at tað er tað als ikki, og fer undir at greiða frá hví at so er. Útgangsstøðið er mest einfalda eygað hann kundi hugsa sær. Eina nervu kringgird av litkyknum og vard av gjøgnumskygdum vevnaði. Eitt slíkt frumeyga kann hugsast at vera sprottið úr einum einstøkum bletti av ljósviðkvomum kyknum, hvørs uppgáva bert hevur verið at skilja ljós frá myrkri.
Semja er í dag um at evolutiónin saktans kann hava ment eitt eyga, og flestu lívfrøðingar meta at hon hevur gjørt tað ikki bert eina ferð, men millum 40 og 65 ferðir.
Dan Nilsson, professari í zoologi á lærda háskúlanum í Lund, er ein av teimum sum saman við arbeiðfelaga sínum Susannu Pelger, doktara, heva granskað eygað, og hava tey víst at evolutiónini bert tørvar fá hundratúsundtals ættarlið, til at ala fram eitt framkomið eyga úr einum ljósviðkvomum húðbletti. Og tað er stutt tíðarskeið í evolutionerum høpi. Ósemjan, um tað kann kallast ósemja, snýr seg bert um, hvussu ofta eygað er íkomið av nýggjum. Víst verður á, at eyguni eru so imisk og kann tað benda á at tey eru íkomin sjálvstøðugt fleiri ferðir.
Vegurin sum Dan Nilsson og Susanna Pelger hava víst á gongur frá einum ljósviðkvomum húðbletti til eitt eyga við linsu. Treytin er at hvørt stig á leiðini gevur eitt eyga, sum betur og betur dugir at síggja smálutir í umhvørvinum. Um evolutiónin hevur loyst ein trupuleika, men ein onnur loysn vildi veri betur, kann hon einki gera, um betra loysnin krevur at farið verður eftir hæli. Evolutiónin fær ikki bakka. Tað er tí at vit noyðast at dragsast við blinda blettin. Tá er eygað á høggislokkinum snildisligari gjørt. Teir hava ongan blindan blett.

Eygað vánaliga sniðgivið
Frank Zindler, fyrrverandi professari í lívfrøði og jarðfrøði staðfestir:
Sum kroppslutur mentur gjøgnum sjálvsøknum snaringum og snúvningum av evolutionerari gongd, ber til at lýsa mannaeygað. Sum kroppslutur sniðgivin og skaptur av einum alvísum gudi, er mannaeygað ófyrigeviligt. Tí, ólíkt eyganum á ryggleysum djórum, er mannaeygað bygt á ein heilt ótrúligan feil: sjónhinnan er rangsnúgvin. Hjá høgguslokki hinvegin, venda ljósmóttakandi kyknurnar frameftir, móti ljóskelduni. Ljósmóttakandi kyknurnar, tær sonevdu stavar og tappar, í sjónhinnuni á manni venda aftureftir, frá ljóskelduni. Hvat ið enn verri er, nervatrægrirnir, sum skulu bera boðini frá sjónhinnuni til heilan eru frammanfyri ljósmóttakandi kyknurnar og darva ljósinum í at røkka móttakandi kyknunum. Bert ein gudsspottari kann finna uppá at siga, at slík sniðgeving er guddómlig!
Her ber illa til at tosa um vitborna og enn minni um guddómliga sniðgeving.