Eygnavitni: Her luktaði av royki og brent

Panikkur er í eftir konsert í Manchester. Fleiri eru deyð, upplýsir løgreglan í Manchester

Panikkur er í eftir konsert í Manchester. Fleiri eru deyð, upplýsir løgreglan á Twitter.

 

Fleiri ræðslusligin eygnavitni greiða frá um løtuna, tá ein ella tveir hvøllir brestir hoyrdust nærindis leikvøllin í bretska býnum, Manchester, har amerikanska songstjørnan Ariana Grande júst var liðug við konsert sína.

 

Løgreglan í Manchester sigur, at fleiri eru deyð og særd, men enn eru ikki upplýsigar um, júst hvat er farið fram.

 

– Ariana Grande var júst liðug við síðsta sangin og var farin av pallinum, tá ein hvøllur brestur ljóðari.

 

– Har vóru fólk í hundraðtali, sum royndu at sleppa út í senn. Tey skríggjaðu øll og grótu. Alt luktaði av royki og brent, sigur Elvie Brewster, sum var á konsertini, við bretska miðilin Daily Mail.

 

Brewster sigur, at tað ljóðaði, sum um spreingingin kom úr sjálvari Manchester Arena.

 

Jonathan Yates, sum eisini var á konsertini, sigur við Daily Mail:

 

– Júst tá Arian Grande var liðug við síðsta sangin hoyrdust ein brestur sum eitt pistólskot – tað var ræðandi við so nógvum rennandi og grátandi fólkum.

 

Majid Khan var til konsert saman við systrini: Hann lýsir brakið sum eitt »bumbulíknandi brak«, og so komu øll brádliga rennandi, sigur hann við The Telegraph.

 

– Øll vóru í panikki og róptu á hvønn annan. Tað var ræðuligt, sigur hann.

 

/ritzau/