Eyguni eru vend móti Múlakletti

- Vøksturin í fólkatalinum, sum verið hevur í Eiðis kommunu, hevur hildið fram seinastu trý árini, sigur borgarstjórin, Jógvan í Skorini.

 

Nøkur ár herfyri var fólkatalið í Eiðis kommunu 666, men í dag er talið 697. Hetta er ein vøkstur á stívliga 30 íbúgvar ella umleið fimm prosent. Vøksturin í fólkatalinum, sum verið hevur, hevur hildið fram seinastu trý árini.

 

- Hetta eru vit fegin um, og vit vóna, at góðu umstøðurnar, trivnaðurin, lækkaði skatturin og høgi barnafrádrátturin í kommununi fara at draga enn fleiri fólk til okkara í komandi tíðum.

 

Tað sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri. Hann vísir á, at enn eru nøkur grundstykki eru eftir í kommununi, sum kunnu keypast, men nú er neyðugt at gera nýggjar útstykkingar - ikki minst sæð í ljósinum av, at fleiri væntandi fara at ynskja at seta búgv í kommununi.

 

- Fyri nøkrum vikum síðan samtyktu vit at útstykkja trý nýggj grundstykki við Ljósá, sum verða klár í ár. Í Svínáum er nógv bygt seinnu árini, og okkurt grundstykki varð selt har í fjør, eins og eini sethús vórðu bygd. Í løtuni er einki óselt grundstykki tøkt í Svínáum.

 

Borgarstjórin sigur, at eini fýra grundstykki eru seld á Eiði í ár, og her eru bara nøkur heilt fá eftir. Tí verður eisini neyðugt við nýggjari útstykking á Eiði, sum tó ikki er samtykt í kommununi enn.

 

Jógvan í Skorini sigur, at eyguni peika eftir Múlakletti á Eiði. Her eru veðurgott, og gott útsýni er yvir Hólman, Norðhavið og Sundalagið. Fá sethús í landinum koma at hava eins vakurt og stórtsligið útsýni, sum tey, ið vónandi einferð fara at búgva við Múlaklett.

 

- Hetta er hagi, men vit hava onga avtalu gjørt við umsitaran enn.

 

Í byggisamtyktini frá 2007 er Múlaklettur við sum ein møguleiki, og her fyriliggja eisini fyribils tekningar av økinum. Ætlandi kunnu eini 18 ella fleiri grundstykki útstykkjast her. Arbeitt verður í løtuni við at fáa gjørt tekningar og annað.

 

Jógvan í Skorini, borgarstjóri, leggur dent á, at so leingi, sum einki er samtykt í kommununi í hesum sambandi, úttalar hann seg fyri egna rokning, sum hann tekur til.

 

- Sum kommuna, ið skapar umstøður og trivnað og sum bjóðar borgarum at seta búgv, mugu vit eisini hava neyðug grundstykki tøk. Tí er tað mítt ynski er, at skjøtil verður settur á eina nýggja útstykking á Múlakletti á Eiði longu í ár, leggur hann aftrat.