Sunset-kappingin
Í ár er tað soleiðis, at tað eru bert innanhýsis dystirnir millum Stjørnuna og VB, sum gera av, hvar føroyameistaraheitið 2005 í kvinnuhondbólti endar. Sum støðan er í løtuni, hevur VB rættuliga góð kort á hondini.
Ein sigur tryggjar nærum FM
VB er í teirri støðu, at hóast liðini í løtuni eru jøvn á stigatalvuni, og nógvir dystir eru eftir at spæla, so kann VB allarhelst tryggja sær FM-heitið, um tær vinna dystin móti Stjørnuni á heimavølli í dag.
VB hevur nevnliga væl betur málmun enn Stjørnan, nærum 100 mál, og tá ið tað ikki kann væntast, at nakað av hinum liðunum í deildini tekur stig frá hvørki VB ella Stjørnuni, er VB nærum meistari, um tær vinna í dag.
Hinvegin eru tær í Stjørnuni uttan iva ógvuliga uppsettar upp á at prógva, at tær framvegis hava besta kvinnuliðið í landinum, og at stóri ósigurin í Klaksvík fyrr í ár var eitt hendiligt óhapp, sum ikki kemur fyri aftur.
Júst hesi bæði lið hava eisini sínar trúfastu áskoðarar, og tað er lítið at ivast í, at talan verður um eina fullsetta høll suðuri í Vági sunnudagin, og óivað fara nógvir klaksvíkingar at teljast millum áskoðararnar, um veðrið er til vildar.
Hinir tríggir dystirnir í Sunset-kappingini leygardagin hava sum so ongan týdning, og tey liðini hava einki at spæla fyri, tí tað er at kalla greitt, at Neistin fær bronsuna, og at Tjaldur endar á aftasta plássinum.