Eyka koyrikort ikki neyðugt

Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað millum eigarar av kampingvognum, um tað er neyðugt við eyka koyrikorti fyri at draga ein kampingvogn.

Sum nú er, kunnu bilførarar við vanligum B koyrikorti draga ein kampingvogn, sum vigar meira enn 750 kg, har samlaða loyvda heildarvektin á vognraðnum ikki fer upp um 3.500 kg. Hetta er treytað av, at bilurin lógliga kann draga kampingvognin og at loyvda heildarvektin á kampingvogninum ikki er meira enn eginvektin á bilinum við ískoyti av 50 kg. Fer samlaða loyvda heildarvektin á vognraðnum upp um 3.500 kg og loyvda heildarvektin á kampingvogninum er meira enn 750 kg, so skal førarin hava BE koyrikort.

Nýggjar ES-ásetingar um koyrikort koma í gildi 19. januar 2013, har tað millum annað krevst BE-koyrikort fyri at geva bilførara loyvi til at draga ein hvønn kampingvogn. Politiskt er spurningurin ikki viðgjørdur í Føroyum enn, men vanliga plaga vit at laga okkum til ES-reglurnar. Umleið 500 kampingvognar eru í Føroyum.


BWH