Ain-al-Asad-støðin, sum liggur í vestara parti av Irak, er fleiri ferðir álopin úr Iran. Her starvast næstan 30 norsk herfólk, sum nú virka undir øktum trygdartiltøkum, tí vandi er fyri álopum

Eyka trygdartiltøk á amerikanskum herstøðum í Irak

Noreg hevur fleiri herfólk á amerikansku Ain-al-Asad-herstøðini í Irak, og nú USA hevur lopið á Iran við bumbum, er vandi fyri, at herstøðin í Irak verður álopin

 

Ain-al-Asad-støðin, sum liggur í vestara parti av Irak, er fleiri ferðir álopin úr Iran. Her starvast næstan 30 norsk herfólk, sum nú virka undir øktum trygdartiltøkum, tí vandi er fyri álopum

Noreg hevur fleiri herfólk á amerikansku Ain-al-Asad-herstøðini í Irak, og nú USA hevur lopið á Iran við bumbum, er vandi fyri, at støðin í Irak verður álopin. 

 

Ain-al-Asad-støðin, sum liggur í vestara parti av Irak, er fleiri ferðir áður álopin úr Iran. 

 

- Her eru út við 30 norsk herfólk, og nú vandin fyri álopum er øktur, eru trygdartiltøkini á støðini eisini herd.

 

Hetta upplýsir norski obertsloytnanturin, Lars Strøm, yvirfyri www.tv2.no

 

Hann vísir á, at norsku herfólkini á støðini hava tað gott, og tey loysa dagligu uppgávurnar innan rammurnar av nýggju trygdartiltøkunum.

 

- Vit fylgja støðuni neyvt, leggur obertsloytnanturin aftrat.

 

Tormod Heier, sum er professari í hernaðarstrategi, sigur við norska sjónvarpið, at trygdartiltøkini byggja á tær royndir, sum norsku herfólkini gjørdu sær í Iran í januar 2020.

 

Hetta var eftir, at USA hevði framt álop á Qasem Soleimani, sum var leiðari fyri iransku kollveltingarhyrðuni.

 

USA beindi fyri leiðaranum við dronum, og eftir álopið á Qasem Soleimani sendi Iran rakettir eftir amerikanskum støðum í Irak, har norsk og amerikansk herfólk vóru.

 

- Tá fingu fleiri amerikansk herfólk løstir. Tað, sum nú verður gjørt, er, at størri trygdartitøk eru sett í verk til tess at tryggja herfólkini, sigur Tormod Heier, professari í hernaðarstrategi.

 

 

 

Ain-al-Asad-støðin, sum liggur í vestara parti av Irak, er fleiri ferðir álopin úr Iran. Her starvast næstan 30 norsk herfólk, sum nú virka undir øktum trygdartiltøkum, tí vandi er fyri álopum