Fólk, sum koma til Havnar við flogrutuni, verða ikki longur koyrd upp á pláss uttan gjald.
Frá 1. juni kostar tað 180,- krónur hvørja ferð, bussurin hjá Bygdaleiðum skal av farstøðini til eitt av hotellunum í býnum.
Sama er galdandi, um hotellið ringir eftir bussinum til at heinta fólk, sum skulu eitt nú vestur á flogvøllin.
Hjørdis Zachariassen, virkandi stjóri á Ferðaráði Føroya metir tað sera óheppið, at tænasta, sum er lýst í bóklingum og faldarum, send eru út í heim, bara verður avtikin uttan ávarðing at kalla.
Eitt er, at tað knappliga kostar 180,- krónur eyka, at fáa bussin til hotellini í Havn. Annað er, at fremmandafólk, sum koma hendanvegin, kunnu fáa eina, fyri okkum, sera óhepna fatan av føroyskari ferðavinnu og tilrættalegging.
Heri Joensen, fólkaflutningsleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins, er ikki samdur við stjóranum á Ferðaráðnum í, at skotbráði var frá degi til dags.
Tað var longri enn so, sigur hann, uttan tó at útgreina nærri, hvussu langt tað var.
Samfylking kært
Málið byrjaði við, at Aksturvinnufelagið Samfylking kærdi Bygdaleiðir til Kappingarráðið fyri kappingaravlagandi virksemi.
Sagt varð, at Bygdaleiðir í tveimum førum avlagaði kappingina við hýruvognarnar í Havn.
Í fyrra lagi við at lata Snarbussin úr Eysturoynni koyra runt í Havn og seta fólk av við ávís arbeiðspláss.
Í øðrum lagi við at lata flogrutuna koyra fólk til og frá hotellunum heldur enn at seta tey av við Farstøðina, haðani hýruvognarnir so kundu koyra tey víðari.
Kappingarráðið metti, at tað er í lagi, at Snarbussurin koyrir runt í Havnini. Men flogrutan eigur ikki at gera tað.
Grundgevingin fyri at lata snarbussin koyra, er sambært Kappingarráðnum, at hetta er natúrligur partur av kollektivu ferðsluni, sigur Terje Sigurðsson, skrivari hjá Kappingarráðanum.
Men Kappingarráðið metir ikki, at flogrutan natúrliga eigur at koyra ferðafólkini til og frá hotellunum.
Her er talan um eina umbidna tænastu, sigur Terje Sigurðsson.
Skal fólk heintast ella koyrast til hotellini, verður biðið um tað, tí tað er ikki hvønn túr, at ferðafólk eru .
Tí metir kappingarráðið ikki hesa tænastu sum natúrligt framhald av eini verandi rutu.
Fólkaflutningsleiðarin á Strandfaraskipum Landsins, Heri Joensen, sigur, at hesum boðum valdi Strandferðslan at fylgja.
Hinvegin kann Strandferðslan til einahvørja tíð leggja eina fasta rutu, sum koyrir millum hotellini, farstøðina og flogvøllin. Men tað krevur, sambært Kappingarráðnum, at rutan verður koyrd hvønn túr. Eisini um einki ferðafólk er.
So loysnin tykist vera at seta steðgiskilti uttan fyri hotellini.
Men Heri Joensen, fólkaflutningsleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins, sigur seg ikki hava hugsað um tann møguleikan.