Eykajáttan til bjálvingarstuðul

Húsalánsgrunnurin hevur í løtuni uml. 110 umsóknir, ið hann ikki fær viðgjørt orsakað av tørvandi játtan, og hevur Kristian Magnussen tí lagt uppskot fram um eykajáttan fyri august

Eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2000 hevur Kristian Magnussen, løgtingsmaður, lagt fram vegna Javnaðarflokkin, tí hann metir tørvin verða stóran á at fáa meiri játtan til Húsalánsgrunnin, so hann fær nóg mikið til m.a. bjálvingarstuðulin.

Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Kritstin Magnussen, at á fíggjarlógini fyri ár 2000 eru 0,5 mió. kr. avsettar til bjálvingarstuðul. Í viðmerkingunum til fíggjarlógina sigur landsstýrið, at »játtanin er lækkað tí tørvurin at fáa stuðul til bjálving ikki er tann sami, sum tá skipanin varð sett í gongd«.

- Hetta hevur tó víst seg ikki at verða rætt, og liggur Húsalánsgrunnurin tí í løtuni inni við uml. 110 umsóknum, ið hann ikki fær viðgjørt orsakað av tørvandi játtan. Harumframt metir Húsalánsgrunnurin, at tað fara at koma uml. 40 - 50 umsóknir afturat í ár, vísur Kristian Magnussen á.


Løgtingið bjálvast

Og víðari sigur Kristian Magnussen, at miðaljáttanirnar til bjálvingarstuðulslán liggja um 60 - 80 túsund kr., og skulu sostatt einar 10 mió. til, fyri at Húsalánsgrunnurin hevur slætt borð.

- Nú Løgtingið verður bjálvað av nýggjum, tykist tað løgið, at samgongan ikki raðfestir bjálvingina av húsum hjá pensjónistum. Ein eykajáttan hevði gjørt trivnaðin og møguleikarnar hjá pensjónistum at búð í egnum húsum betri, og samstundis hevði játtanin verið eitt íkast til handverksvinnuna runt um í landinum.

Og mælir Kristian Magnussen til, at 9,5 mió. kr. verða veittar í eykajáttan til bjálvingarstuðul.og einki bendir á, at nakað føroyskt lið verður í næsta Europa Cup umfarinum.

Annan sunnudag verður ikki spælt í landskappingini í 1. deild. Tá verður fyrsti HM undankappingardysturin á skránni. Slovenia skal spæla móti Føroyum á Svangaskarði. Í hesi vikuni verður føroyska landsliðið úttikið. Bæði úttøkan og dysturin verða spennandi, so fótbóltshugaðu føroyingarnir nýtast ikki at keða seg. Tað er nóg mikið at tosa um og at gera metingar um!

jh