Eystanstevnuhýrurin er bjargaður

Tað er stevnan við Skálafjørðin. Har er eingin kappróður í dag, men kappróðrarlagið er gott í Runavík. Eysturoyingur vann sjey stig og hevur kós ímóti FM heitinum.

Eingin ivi er um, at tað verður fagnaður, tá ið kappróðrarmenninir um eina løtu fara at koma til Runavíkar, har NSÍ og HB klokkan 18.30 fóru undir landskappingardyst.

Hóast tað higartil bara hava verið tveir og í dag tríggir bátar í kappingini millum 10-mannafør, so eru møguleikar fyri, at tað seinni í summar fer at verða spenningur.

Í dag vann Eysturoyingar fyri aðru ferð av tveimum.

Sigurin var trivaligur, men hann var ikki so sannførandi, sum hann var á Norðoyastevnu.

Eysturoyingur leyp avstað og vann sær skjótt eina bátslongd.

Vestmenningar startaðu í sínum seigliga lagi. Men vestmenningar vóru leingi treiskir, og munurin var minni enn ein bátslongd nógv tann størsta partin av teininum.

Í endaspurtinum fór Eysturoyingur frá Vestmenningi, og á síðsta teininum var talan um uppvísning. Men vestmenningar hava ivaleyst fingið meiri mót um, at tað kanska er møguleiki fyri, at tað skal fara at eydnast.

Hjá Havnarbátinum gekk, sum tað kann roknast við hjá monnum, sum bara hava vant eina ferð.

 

Sundalagsstevna 2007 - 10 mannafør

1 Eysturoyingur 09:08.01

2 Vestmenningur 09:14.15

3 Havnarbáturin 09:47.17

 

Støðan í FM - 10 mannafør

1 Eysturoyingur 14

2 Vestmenningur 10

3 Havnarbáturin 4

 

Fyribils startrøðin á komandi stevnu

1 Vestmenningur

2 Eysturoyingur

3 Havnarbáturin

 

G.G.: Tíðirnar eru í 1/25-pørtum.