Eystari Landsrættur staðfest tveir dómar hjá Føroya Rætti

Eystari Landsrættur hevur í dag staðfest tveir dómar frá Føroya Rætti.

Fyrra málið var um smugling av 12 kg av hashi til Føroya í 2021. Tann ákærdi varð í Føroya Rætti dømdur 1 ár og 9 mánaðir fongsul. Við í hesa revsing vóru lagdir afturat fýra mánaðir, sum ákærdi hevði fingið í treytaðari fongsulsrevsing í einum øðrum máli í Føroya Rætti.

 

Ákæruvaldið kærdi dómin við pástandi um, at revsingin skuldi verða strangari. 

Eystari Landsrættur staðfesti dómin frá Føroya Rætti.

Tann nú dømdi bleiv fongslaður aftan á dómin og skal sita dómin beinanvegin. 

Seinna málið var um smugling av umleið 6 kg av hashi til Føroya í februar 2022. Tann ákærdi, sum er danskari, varð í Føroya Rætti dømdur 1 ár og 9 mánaðir fongsul.

 

Brotið varð framt, meðan ákærdi var royndarleyslatin frá avsoning av eini fongsulsrevsing upp á trý ár fyri onnur lógarbrot framd í Danmark. Tá ákærdi varð royndarleyslatin, restaðu 367 dagar í avsoningini. Av tí at ákærdi framdi nýggja brotið, meðan hann var royndarleyslatin, vórðu teir 367 dagarnir, sum restaðu í at sita, roknaðir við í dómin, sum varð sagdur í Føroya Rætti í februar í ár.

 

Ákærdi kærdi dómin við pástandi um, at teir 367 dagarnir ikki skuldu roknast við í dómin fyri smugling av hashi til Føroya.  

Eystari Landsrættur staðfesti dómin frá Føroya Rætti.