Eysturkommuna hækkar barnafrádráttin

Skattaprosentið í Eysturkommunu verður verandi á 21 prosentum. Kommunan ger stórar íløgur komandi árini.

Á býráðsfundi í gjár samtykti kommunustýrið í Eysturkommunu fíggjarætlanina fyri 2017.

 

Høvuðstættirnir í fíggjarætlanini eru, at skattaprosentið verður óbroytt, meðan barnafrádrátturin verður hækkaður við 2.500 kr. úr 5.000 kr. til 7.500 kr. Mánaðargjaldið fyri at hava børn á stovni lækkar við 200 kr. fyri hvørt barnið. 

 

Ætlanin er at gera nógvar íløgur í 2017 og í alt eru 41 milliónir krónur settar av til íløgur í 2017.

- Millum stóru íløgurnar er nýggjur dagstovnur við Gøtugjógv, nýggj brandstøð í Leirvík, útstykkingar í Norðragøtu og í Leirvík, liðugtgerð av nýggja Ráðhúsinum í Norðragøtu, og spillvatnsætlanin fyri kommununa, skrivar kommunan.

 

Samlaðu inntøkurnar komandi ár eru mettar til 93,5 milliónir krónur, harav 15,7 millónir kórnur eru afturbering frá landinum. Rakstrarútreiðslurnar verða komandi ár 76,5 milliónir krónur, harav 16,7 milliónir krónur eru til eldraøkið.

 

Í 2017 fer Eysturkommuna at rinda 5,3 milliónir krónur í avdráttum av lániskuld og rentuútreiðslurnar verða 1,3 milliónir krónur.

 

Við ársenda 2016 verður nettoskuldin hjá Eysturkommunu umleið 8 milliónir krónur,  sum er uml. 10% av eini álíkning.