Nú verður farið undir at gera tær seinastu kanningarnar í sambandi við ætlanina at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy. Bergur Poulsen, formaður í nevndini fyri tunlafelagið, sigur, at ætlanin er at bjóða arbeiðið at gera tær seinastu jarðfrøðiligu kanningarnar nú, so at farast kann undir sjálvar kanningarnar í heyst.
Hann sigur, at nevndin í felagnum fór til verka so skjótt hon var valt og nú verður arbeitt av øllum alvi at fyrireika tær seinastu kanningarnar.
Tey eru í ferð við at gera útbjóðingartilfarið klárt, og hann vónar, at kanningarnar kunnu verða lidnar í ár, men tað er ikki vist.
Annars hevði privata partafelagið, sum upprunaliga ætlaði sær at gera tunnilin, sum misti verkætlanina, tá ið tað almenna tók yvir, eisini gjørt sínar kanningar. Og Almenna tunlafelagið hevur gjørt avtalu við tað felagið um at keypa úrslitið av teimum kanningunum.
Bergur Poulsen vil ikki siga, hvussu nógv, tey hava goldið privata felagnum fyri kanningarúrslitið. Tað er ein trúnaðarspurningur, sigur hann. Men hann sigur, at tað styttir munandi um tíðina at sleppa í holt við arbeiðið, at tey hava fingið úrslitið av hesum kanningunum.
Tað hevur ligið í kortunum, at farast skal undir sjálvar boringarnar í 2016 og sum støðan er nú, dugur Bergur Poulsen ikki at síggja nakað fyri sær, sum skuldi elvt til, at tað ikki fer at halda.
Eysturoyartunnilin skal vera liðugur í 2019 og tá verður farið undir at gera Sandoyartunnilin, sum skal vera liðugur í 2021.
Men nevndarformaðurin sigur, at tey fara undir fyrireikingar til Sandoyartunnilin ímeðan tey eisini eru í holt við Eysturoyartunnilin.
|