Drál
Stendur tað til Eysturoyingar, verður landsstýrið dømt fyri drál.
Tað eru nú heili 10 ár síðani at runavíkingar søktu landsstýrið um loyvi at gera Runavíkar Havn til fríhavn.
Enn er onki svar komið.
Men tá ið havnarmenn gjørdu vart við seg í farnu viku, lovar landsstýrið at avgreiða málið upp á eina viku!
Hetta fær eisini Runavíkingar at spyrja, um tað er so livandi galið, at landsstýrið ger mannamun á føroyingum.
Bjarni svara fyri seg
Í Runavík meta tey málið so álvarsligt, at Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, fer at reisa málið á Føroya Løgtingi í dag.
Tá ið tingfundur verður seinnapartin í fag, fer hann at seta landsstýrismanninum í vinnumálum, Bjarna Djurholm, ein fyrispurning um fríhavn í Føroyum.
Kári P. Højgaard sigur, at nú um dagarnar kom fram at russisk skip vilja hava eina fríhavn í Føroyum.
? Tað varð eisini ført fram, at russarar vilja hava, at fríhavnin skal vera á Sundi.
? Tað kom týðiliga til sjóndar, at hetta er eitt mál, sum hevur skund og at allar árar skuldu leggjast í sjógv fyri at avgreiða málið her og nú, tí Bjarni Djurholm trein sjálvur fram á sjónvarpsskíggjan og boðaði frá, at hetta mál skuldi fáa eina heilt óvanliga skjóta viðgerð.
? Skilti eg boðskapin frá landsstýrismanninum rætt, skuldu formligu loyvini fáast upp á pláss, so havnalagið á Sundi kundi verða góðkent sum fríhavn áðrenn ein vika var farin, sigur Kári Djurholm.
Hann sigur, at heldur tað vera sjálvsagt, at allar føroyskar kommunur fáa somu skjótu og góðu viðgerð, sum Tórshavnar Kommuna og at svar uppá umsóknir og fyrispurningar verða avgreiddar sambært galdandi fyrisitingarreglum.
Tí vil hann í fyrsta lagi hava greiði á, hvør tað er í landsstýrinum, sum umsitur hetta málsøki og hann vil eisini hava at vita um málið um fríhavn á Sundi er avgreidd.
Hann vil eisini hava at vita, um tað er eitt skipafelag, eitt eitt reiðarí ella um tað er Tórshavnar Kommuna, sum hevur søkt um at fáa Sund til fríhavn.
Somuleiðis vil Kári P. Højgaard hava at vita um lógararbeiðið um fríhavnir liðugt.
At enda vil hann hava at vita, um aðrar kommuna hava umsóknir liggjandi í landsstýrinum um fríhavn.
Og um so er, vil hann eisini hava at vita, hvussu nógvar kommunur talan er um og um tær hava fingið svar frá landsstýrinum soleiðis at umsóknir teirra mugu metast at vera avgreiddar.
Heilt burturvið
Kári Højgaard heldur, at arbeiðslagið hjá landsstýrinum er heilt burturvið.
Hann situr sjálvur í Runavíkar Býráð, har hann hevur verið formaður í havnarnevndini øll árini.
? Tað seinasta,vit frættu frá landsstýrinum um umsókn okkara umfríhavn í Runbavík, var í 2000, tá ið Vinnumálaráðið boðar frá, at talan er um eitt málsøki, ið hoyrir undir fíggjarmálaráðið og at umsókn okkara, er send hagar til avgreiðslu.
? Síðani hava vit hvørki hoyrt orð ella eið aftur úr landsstýrinum. Men tá var Bjarni Djurholm eisini landsstýrismaður í vinnumálu.
? Tí tykir tað mær tvífalt løgið, at at hann nú lovar at avgreiða eitt mál, sum hann kanska onki hevur við at gera, upp á eina viku, sigur Kári P.Højgaard.
Gongdin í málinum um fríhavn í Runavík
Kári P. Højgaard, formaður í havnanevndini, sigur annars at gongdin í málinum hevur verið hendan:
4. oktober í 1994: Runavíkar Kommuna søkir landsstýrið um loyvi at gera Runavíkar Havn til fríhavn. Kommunan vísir á, at havnin er útgjørd til at nøkta tørvin bæði til fiskivinnu og farmavinnu og at havnin er ein av teimum størstu í landinum.
8. mars 1995: Dagur og Vika fortelja at tríggjar kommunur hava søkt landsstýrið um loyvi at gera fríhavn. Talan eru um Tórshavnar Kommunu, Sjóvar kommunu og Tvøroyrar kommunu.
9. mars 1995: Borgarstjórin í Runavík skrivar landsstýrinum bræv og minnir á umsóknina frá Runavíkar Kommunu frá 1994.
22. apríl 1995: Landsstýrið svarar at ongin lóg er gjørd um fríhavnir, men at landsstýrið hevur sett arbeiðsbólk at gera álit um fríhavnir og at arbeiðsbólkurin er liðugur. Samstundis hevur landsstýrið á fundi 7. mars 2005 samtykt at gera neyðuga lógararbeiði og at landsstýrið skal venda aftur til málið.
28. juni 1999: Borgarstjórin í Runavík skrivar landsstýrinum bræv, har hann enn einaferð minnir á umsóknina frá Runavíkar Kommunu. Hetta brævið er sent vinnumálaráðið.
3. februar 2000: Borgarstjórin í Runavík skrivar landsstýrinum aftur landsstýrinum bræv, har hann enn einaferð minnir á umsóknina frá Runavíkar Kommunu. Borgarstjórin heldur, at Runavíkar Kommuna hevur krav uppá eitt svar frá landsstýrinum upp á umsóknina. Eisini hetta brævið er sent vinnumálaráðnum.
8. Februar 2000: Vinnumálaráðið boðar frá, at tað er fíggjarmálaráðið, sum umsitur málsøkið og at umsóknin frá Runavíkar Býráð er send hagar til avgreiðslu.
Síðani hevur kommunan hvørki hoyrt orð ella eið aftur úr landsstýrinum.