Nú á nýggjárinum vóru næstan 90.000 færri fólk limir í teirri katólsku kirkjuni í Eysturríki enn fyri einum ári síðani, og so nógv fólk eru ikki farin úr kirkjuni eftir einum ári síðani seinna heimsbardaga.
Kirkjumyndugleikarnir ivast ikki í, at tað eru nær nógvu frásagnirnar um kynsligan ágang í katólsku kirkjuni víða um heimin, sum hava fingið fólk at venda kirkjuni bakið.
Christoph Schoenborn, sum er erkabiskupur í Wien og ovasti fyri teirri katólsku kirkjuni í Eysturríki, sigur í einari fráboðan, at tað eru ikki bara málini um kynsligan ágang, sum fáa fólk at fara burtur úr kirkjuni. Hann heldur, at broytingar í nútíðarsamfelagnum eru eisini ein orsøk.