Fáa 600.000 rogn

Endurstovnaða smoltstøðin í Svínoy fær væntandi seinni í vikuni 600.000 rogn at leggja, og hon skal hava somu nøgd aftur í februar ella mars. Tað sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Smoltpro, sum felagið nú eitur.

Um eitt ár eru rognini vorðin til yngul, sum tá skulu setast á sjógv í Funningsfirði.

Málið hjá Smoltpro er at selja eina millión av yngli um árið. Tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki, tí eigararnir av Smoltpro eru Viking Seafood og Faroe Farming. Tey bæði feløgini skulu um árið hava tvær milliónir yngul at seta út.

Tá ið smoltstøðin í Svínoy skuldi byrja aftur, varð søkt eftir fólki. Inn komu fleiri umsóknir, og tær komu úr fleiri ymiskum støðum, sigur Bogi Jacobsen.

Fyribils eru sett trý fólk í starv.