Klokkan trý leygarnáttina skrivaðu Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag undir sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag um ein nýggjan tvey ára sáttmála
Eftir nýggja sáttmálanum fáa arbeiðarafeløgini eina lønarhækking uppá tilsamans 9,25%.
Tað vil siga, at tey fáa arbeiðarafeløgini 3,55 kr. afturat tímalønini 1. mai í ár og aftur 3,55 kr. afturat 1. mai 2000.
Tilsamans svarar hetta til ein samlaðan lønarvøkstur uppá 7,10 kr. hesi bæði árini.
Tímalønin hevur verið 76,62 kr.
Men 1. mai í ár hækkar hon sostatt upp í 80,17 kr. og 1. mai næsta ár hækkar hon aftur upp í 83,72 um tíman.
Hetta var annað uppskotið, sum semingsmenninir, Niels Sørensen og John Rajani, løgdu fram.
Áðrenn høvdu teir lagt eitt uppskot fram, sum gav arbeiðarafeløgunum 3 krónur afturat um 1. mai í ár og 3,40 afturat 1. mai komandi ár.
Hetta uppskotið góðtóku arbeiðsgevararnir, men arbeiðarafeløgini vrakaðu tað.
Og eitt skifti gingu samráðingarnar gingu so illa, at partarnir vóru farnir at pakka saman, tá ið glið kom á aftur.
Men áðrenn partarnir fóru til hús, bóðu semingsmenninir bæði feløgini hittast at taka í hondina á hvør øðrum og at biðja góða nátt.
Tá vísti hann á, hvussu lítið tað var, sum skilti partarnar.
Talan var bara um 0,92%, ella 1,40 kr., sum skilti partarnar og hann helt tað vera spell at ein stórur partur av landinum skuldi verða lagdur lamin fyri so lítið.
Tí spurdi hann, um arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir ikki kundu svølgja hvør sín part av tí seinasta kamelinum.
Og tað góðtóku partarnar so og so kundi sáttmáli undirskrivast.
Kl. 10 í gjár
Nú eru samráðingarnar ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag øðrumegin og Føroya Arbeiðsgevarafelag hinumegin, og tær byrjaðu kl. 10 í gjáramorgun..
Semingsmenninir høvdu longt teirra sáttála til á midnátt í gjárkvøldið.
Hóast tey trý feløgini hava gjørt sáttmála er tað ikki sagt, at samráðingarnar við Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnu fara at ganga líka lætt.
Sí eisini greinina: Hava ongantíð fingið so stóra lønarhækking
Sí eisini greinina: Arbeiðsgevarar:Vit vóru noydir at skriva undir
Sí eisini greinina: Ingborg Vinther:Ávirkar ikki okkara samráðingar