Fáa ein tíma eyka í nátt

So er tað í nátt, at klokkan skal flytast ein tíma aftur ? og náttaravnar sostatt fáa ein tíma eyka at hugna sær í. Tað hendir í sambandi við, at vit í nátt fara frá summartíð til vetrartíð og klokkan tvey í nátt skal klokkan sostatt flytast aftur til klokkan eitt.

Tey, sum ikki tíma at sita uppi, kunnu sjálvandi bara flyta klokkuna, áðrenn tey leggja seg í kvøld.

Men alt hetta merkir, at tað verður ljósari at koma upp á morgni, men blívur so afturfyri myrkt fyrr á kvøldi.

Spurningurin er so bara um tað aftur í morgin endar, sum tað ger hjá ikki so fáum í morgin árini, at tey fara ein tíma ov tíðliga í kirkju....

Tað kann verða fløkt at minnast til um klokkan skal flytast aftur ella fram, men onkur minnist tað soleiðis, at klokkan skal altíð flytast ímóti summarinum. Síðstu sunnunátt í oktober flyta vit klokkuna ein tíma aftur ímóti summarinum og síðstu sunnunátt í mars flyta vit klokkuna ein tíma fram ímóti summarinum