Fáa ikki útflutt feskan fisk

Nú tað ikki ber til at avskipa feskfisk mánakvøld síðani flutningsfeløgini hava niðurlagt hesa tænastu er støðan sambært Føroya Fiskasølu ótolandi ?samstundis eru nýggir aktørar á veg inn á flutningsmarknaðin

Útflutningur

Hóast tað ongantíð hevur verið so stórur kapasitetur á flutningsmarknaðinum millum Føroyar og útheimin sum nú, so er kreppa íkomin millum útflytarar av feskum fiski síðani flutningsfeløgini hava lagt niður túrarnar mánakvøld til Skotlands. Alt bendir á at fiskaútflytarar kunnu ikki liva við hesum skerjingum í atgongdini til marknaðirnar og trýstið er stórt á flutningsfeløgini um at taka uppaftur tær niðurløgdu tænasturnar.

- Hetta her kunnu vit snøgt sagt ikki liva við, sigur Árni Arge, stjóri á Føroya Fiskasølu.

- Útflutningurin av feskum fiski er grundleggjandi fyri okkara virksemi; talan er jú um feska matvøru og hetta krevur í minsta lagi tvær avskipingar, um ikki tríggjar, um vikuna.

Samstundis er kappingin um farmaflutnings marknaðin harðari enn nakrantíð. Skipafelagið Føroyar, sum hevði eina avskiping mánakvøld, fekk uttan iva hitan at kenna frá Smyril Line og legði hesa tænastu niður nakað aftan á at nýggja Norrøna kom upp í leikin. Nú um ársskiftið hevur Smyril Line eisini lagt niður sína mótsvarandi tænastu og eftir standa útflytararnir av feskfiski sum kánus.

- Vit hava noyðst at leggja nakað um í rutunum hjá okkum, segði Jóhannes á Váli, fíggjarstjóri á Smyril Line.

- Mánadagsleiðin til Skotlands var ikki nóg lønsom og samstundis hava vit fingið integrerað Seyðisfjörðin betur alt árið.

Útlitini í alivinnuni hava eisini ávirkað, viðgongur Jóhannes á Váli.

- Við atliti til støðuna í alivinnuni so duga vit at síggja at útlutningurin av laksi kemur at vera munandi minni nú enn hann hevur verið; hetta er eisini ein partur av okkara roknistykki.


?Vit finna eina loysn?

Fiskasølan vónar at Skipafelagið ella Smyril Line fer at taka uppaftur sína rutu mánakvøld, men er samstundis til reiðar at taka av tilboðum frá øðrum. Og okkurt er eftir øllum at døma við at henda.

Eitt er at Samskip eru í ferð við at starta eina nýggja rutu millum Eysturlandið, Immingham og Rotterdam, har Tórshavn sum liggur mitt á leiðini eisini verður tikin við. Enn er tó einki sum bendir á at hetta fer at hjálpa hvat viðvíkur spreiðing av avskipingum í vikuni.

Síðani ljóðar eisini at ein annar íslendingur hesa tíðina hevur verið í kontakt við vinnuna fyri at fáa eitt skip í sigling millum Tvøroyri og Scrabster.

Eitt triðja evni hevur eisini ljóðað sambært Fiskasøluni.

- Fáa vit ikki Skipafelagið ella Smyril Line at taka uppaftur mánadags rutuna ella okkurt mótsvarandi so finna vit aðrar møguleikar, segði Árni Arge.

- Vit ivast ikki í at onkur loysn verður funnin, legði hann afturat.

- Alt annað er heilt einfalt ikki til at liva við.