Fáa ikki tikið ímóti fleiri klæðum

Klaksvík: Hesi seinastu mongu árini er nógv føroysk hjálp farin til Rumenia. Fleiri føroyingar hava sæð tað sum sína uppgávu at stuðla hesum landinum við hjálp av ymiskum slagi.

Ein teirra, sum íðin hevur ferðast hagar er klaksvíkingurin Absalon Matras. Hann er í Rumenina einar 5-6 ferðir um árið, og fyrireikar seg nú til at fara enn ein túr seinni í hesum mánaðinum.
Hóast hann fær nógv klæðir og aðrar lutir við sær á hvørjum túri, so er hann nú komin í ta støðuna, at hann ikki fær tikið ímóti fleiri lutum frá fólki beint nú.
Hann hevur savnað hesi klæðini og lutirnar í eina goymslu í kirkjukjallaranum í Klaksvík.
-Men har er nú so fult, at vit ikki fáa tikið ímóti meiri beint nú. Hava fólk klæðir, so biðja vit tey um at goyma teg til einaferð í mai mánaði, tá vit aftur kunnu taka ímóti teimum, verður sagt.