Nú fer Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, at kanna um tað ikki ber til at hava laboratoriið í Runavík longri opið enn tað er nú.
Tað greiðir hon frá, nú Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýri, hevur spurt hana um tað ikki ber til at hava laboratoriið longri opið, tí tað verður so nógv brúkt.
Sirið Stenberg sigur frá Klaksvíkar Sjúkrahúsið, at tað ganga eini 2300 fólk á laboratoriið í Runavík um árið at taka blóðroyndir.
– Hetta sigur mær so mikið sum, at tað er eyðsæddur tørvur á hesum tilboði, sigur hon.
– Samstundis upplýsir Klaksvíkar Sjúkrahús, at talið á fólki úr Eysturoy, sum koma á sjúkrahúsið at taka blóðroyndir, er vaksandi og tað kundi bent á, at tilboðið í Eysturoynni er ov avmarkað.
– Fyrst í næsta árið ætli eg mær tí, saman við Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at kanna, um tað ber til at hava laboratoriið í Runavík longri opið, sigur Landsstýriskvinnan.