Eiði: Kommunan arbeiðir í løtuni við at leggja ein nýggjan fótbóltsvøll miðskeiðis í bygdini, skrivari Norðlýsið Hesin kemur í staðin fyri tann gamla, sum liggur munandi óhøgligari fyri, niðri á Møl. Her hava veður og vindur og atkoma ikki verið av teimum bestu, men tað vóna tey at gera við tí nýggja vøllinum. Friðingarnevndin hevur góðkent ætlanina. Annars er Eiði ein av bygdunum sum eisini hevur ítróttarhøll.