Fáa nú lív aftur í gamla Kommunuskúlan

Tórshavnar Býráð hevur nú játtað sín part av pengunum, og ætlanin er at fara til verka beinanvegin

Nú verður farið undir arbeiðið at gera lestraríbúðir í gamla Kommunuskúlanum mitt í Havnini.

 

Tað eru Bústaðir, ið standa fyri arbeiðnum, men Tórshavnar Býráð skal rinda ein part. Og í gjárkvøldið samtykti býráðið at játta sín part av íløguni, sum er 16,1 millión krónur, og tær skulu brúkast til at bjálving, klædning, tak, og aðrar høvuðsumvælingar.

 

Samstundis varð skeytið góðkent, sum er gjørt við Bústaðir um tann partin av skúlanum, sum skal vera lestrarbústaðir.

 

Tilsamans kostar verkætlanin slakar 53 milliónir krónur og aftur fyri tað fáast 37 lestraríbúðir í Kommunuskúlagarðinum. Tilsamans er Kommunuskúlin 4.000 fermetrar og tað eru góðar 1400 fermetrar, sum skulu takast til lestrarbústaðir, ímeðan restin skal brúkast til onnur endamál, sum Býráðið nú fer at taka støðu til.

 

Ein partur av fíggingini hjá kommununi fæst við at taka burturav teimum inntøkum, kommunan hevur fingið meiri inn í fjør í skatti, og øðrum, enn væntað, tá ið fíggjarlógin varð samtykt. Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at ætlanin er at fara undir arbeiðið beinanvegin.

 

Andrass Róin, stjóri í Bústøðum, hevur áður sagt, at fyrrenn fyrrenn byggingin er liðug, ber ikki til at siga, hvussu høg, húsaleigan verður sigur.

 

Men ætlanin er at gera íbúðir í ymsum støddum, og hann vónar at tær minnu íbúðirnar við køk, bað og kamari og stovu í einum, kunnu fáast til leigu fyri slakar 3.000 krónur um mánaðin og at tær størru íbúðirnar kunnu fáa til leigu fyri 4000 krónur um mánaðin, ella gott tað.

 

Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, staðfestir, at skúlin hevur staðið sum eitt skendsil í fleiri ár, og at býráðið fær nógv aftur fyri tær 16 milliónirnar, hon setir í hesa ætlanina.

 

Teir tríggir býráðslimirnir hjá Tjóðveldi vildu ikki taka undir við uppskotinum. Tey taka undir við, at lestrarbústaðir verða gjørdar í Kommunuskúlanum, og tí taka tey undir við skeytinum.  Men tey taka ikki undir við, at parturin hjá kommununi skulu partvís fíggjast við at "nápa burtur av" teimum meirinntøkum, kommunan hevur havt, sum tey málbóru seg.

 

Tey stúra eisini fyri, hvussu endin á hesi verkætlanini verður, tí tey hava áður ført fram, at tey stúra fyri, at parturin hjá kommununi fer at vera mangt slíkt enn hesar 16 milliónirnar, sum talan her er um.