Fáa revsing fyri ólógliga koyring

Í gjárkvøldið tók løgreglan nakrar unglingar fyri at koyra við lendisakfari. Lendisakfarið var ikki skrásett og sostatt hevði tað ikki loyvi at koyra yvirhøvur. Tá ið tað ikki er skrásett, er tað heldur ikki ábyrgdartryggjað, og sostatt fæst heldur einki endurgjald frá tryggingini, skuldi tað elvt til skaða á nakað, ella á nakran.

 

Lendisakfør skulu skrásetast og góðkennast, áðrenn tey fáa loyvi at koyra, tí tað eru treytir til skermar og annað. Og er tað yvir eina ávísa stødd, krevst eisini koyrikort til bil. Løgreglan sigur, at hetta fáa unglingarnir eina bót fyri, og eigarin fær eisini bót fyri at latið akfarið upp í hendurnar á teimum.

 

Tíðliga í morgun varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í Kambsdali. Bilførarin hevði heldur einki koyrikort, so hann fær tvífalda revsing.