Fáa sær prát við politiið

Jóladagarnar ringja ofta fleiri fólk til politiið bara fyri at hava onkran at práta við

Um jóltíðir kimar telefonin stútt hjá politinum.

Tað er ikki bara um hálkuóhapp, húsaófrið og annað.

- Summi ringja bara fyri at práta. Tey hava kanska ongan annan at tosa við, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Tey, sum hava vakt hjá politinum á jólum, eru ofta noydd til at kvetta hesi telefonprát av, tí boð eru eftir teimum til aðrar uppgávur.

- Men vit royna eftir førimuni at práta við tey. Jólini eru so kensluborin tíð, og nógvir tankar mala í høvdunum hjá fólki, sigur vakthavandi.