Fáa upplýsingar um sjúklingar á skerminum

Við eini talgildari skipan, sum nú er sett í verk, ber til hjá sjúkrahúsum og kommunulæknum at bíleggja blóðroyndir og røntgenmyndir og at lesa svarið beint á telduskerminum Arbeiðið at seta eina talgilda heilsuskipan í verk, er nú komið so mikið áleiðis, at Almanna- og heilsumálaráðið hevur yvirtikið skipanina frá WM-data og Sam-teld, sum hevur latið hana.

Talgilda heilsuskipanin verður dagliga brúkt á fleiri øki í heilsuverkinum, og ein ætlan er løgd fyri, hvussu restin av heilsuverkinum skal knýtast upp í skipanina.

Í løtuni eru tað seks kommunulæknar sum brúka skipanina, umframt medisinska ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum, kommunulæknavaktin, barnadeildin og Oyrna- næsa- og hálsdeildin.

Tilsamans er einir 300 brúkarir stovnaðir í skipanini og av teimum brúka einir 50 hana dagliga, sigur Almanna- og heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.

Næsta stigið er at seta skipanina í verk í restini av Landssjúkrahúsinum, á Klaksvíkar sjúkrahúsi, á Suðuroyar sjúkarhúsi og hjá teimum kommunulæknum, sum vilja hava hana.

Talgilda heilsuskipanin hevur markamót til talgildu laboratoriuskipanina, soleiðis at tað ber til at bíleggja blóðroyndir og lesa svarið beinleiðis ígjøgnum talgildu heilsuskipanina. Tað eru fleiri tílík markamót í umbúna, m.a. til talgildu røntgenskipanina.

Almanna- og heilsumálaráðið sigur, at tað slepst ikki uttanum, at KT er ein natúrligur partur av virkseminum í einum samfelag eisini í heilsuverkinum.

Tí er arbeiðið at seta í skipanina raðfest høgt í Almanna- og heilsumálaráðnum.

Málið er, at skipanin skal verða tikin í nýtslu í øllum heilsuverkinum við ársenda 2008.