Longu í fyrsta flogbóltsdystinum í Eikliguni hjá monnum í vetur, sum var á Kambsdali sunnudagin 27. oktober millum ÍF og Mjølnir, var rót í pappírunum, og tí hevur Flogbóltssambandið nú tikið avgerð um, at ÍF skal dømast at tapa dystin, sum var ímóti Mjølni.
Upprunaliga vann ÍF 3-1, men av tí at spælaraloyvi hjá Margeir Toftegaard ikki var Flogbóltssambandinum í hendi fyrr enn hálvaaðru viku seinni, mikudagin 6. november, er úrskurður gjørdur um, at ÍF skal tapa 0-3 við settmuninum 0-25 í øllum trimum settunum.
Hetta er annar úrskurðurin hjá Flogbóltssambandinum, ið gongur ÍF ímóti, tí eisini í Eikliguni hjá kvinnum hevur ÍF tapt ein dyst upp á sama máta á skrivaraborðinum, men ta ferðina var munurin bara tann, at ÍF eisini hevði tapt upprunaliga dystin.
Tá var talan um, at ikki færri enn tveir spælarar hjá ÍF ikki høvdu spælaraloyvi í lagi, tá ÍF var í Havn og spældi ímóti Fleyr.