ÍF er aftast, og eftir 6-0 tapið ímóti HB í Gundadali síðsta sunnudag ásannað venjarin, Hans Jørgen Djurhuus, at allir dystir hjá ÍF eru finalur.
-Tann fyrsta er á heimavølli ímóti TB. Eg haldi, at vit hava møguleika at vinna, men tað valdast um hugburðin og avrikið hjá okkum sjálvum, sigur ÍF venjarin.
Liðformaðurin og miðverjin, Jan Ó. Ellingsgaard, heitir á ÍF fjeppararnar um at hjálpa til ídag:
-Tað er hugaligt at staðfesta, hvussu nógvar trúfastar stuðlar ÍF eigur. Nú TB kemur at vitja, hava vit møguleika at venda soltnu gongdini, og vit spælarar ætla okkum at taka av. Stuðulin frá tykkum kemur væl við, og vit ætla at leggja nógv fyri, sigur ÍF venjarin við fuglfirðingar.
Hans Jákup Lervig er leikbannaður, og Holgar Durhuus, Milan Svojic, Høgni Zachariassen og Jóhan Petersen eru skaddir. David Langgaard er tøkur aftur eftir leikbann.
Meðan ÍF hevur 5 stig, so hevur TB 18 stig, og tvørámenn hava mest sum bjargað sær rættin at halda fram í bestu deildini. Tá ið TB síðsta sunnudag tapti 3-1 í Gundadali ímóti B36 vóru hvørki Poul Ingason ella Ndende Adama Guéye á vøllinum. Teir plaga at vera í miðverjuni, men ímóti B36 vóru teir leikbannaðir. Í dag eru teir tøkir aftur.
Veljko Vukovic er leikbannaður ídag, og Rógvi Joensen, Regin í Lágabø og Arthur Poulsen eru skaddir. Tað er ivasamt, um Ivan Ivanovic er førur fyri at spæla. Hann er skaddur í fótinum.