Venjarin, sum kvinnurnar hjá ÍF hava í vetur, Magnús Aðalsteinsson, er ikki nakað ókent navn í føroyskum flogbólti, tí hann var fyri fáum árum síðani landsliðsvenjari her. Í vetur er hann so aftur komin hendavegin at royna seg.
– Eg kom ikki til Føroya, fyrr enn bert tvær vikur undan kappingarbyrjan, so vit høvdu líkasum ikki fingið alt upp á pláss undan fyrstu dystunum. Vit taptu eisini teir báðar fyrstu, úti ímóti SÍ og heima ímóti Fleyr, og tað skyldaðist fyrst og fremst, at vit komu nokk so seint í gongd, sigur ÍF-venjarin, sum hevur arbeitt miðvíst við at betra spælið eftir tey bæði tapini.
– Sjálvur haldi eg, at vit hava eitt gott lið, ið saktans kann bjóða av, tí her eru fleiri góðir spælarar og ein fínur hugburður. Nú er bara eitt umfar eftir av fyrsta triðinginum, so eg veit ikki, um vit klára at vinna okkum í steypafinaluna við oddasessinum eftir næsta dyst, tí neyvan missir SÍ oddasessin nú. Men minni kann eisini gera tað, tí eg føli, at vit hava fingið gongd á og eru ávegis nú, og í løtuni sær í øllum førum gott út hjá okkum.
Síðani fyrstu tvey tapini, hevur ÍF vunnið sínar fýra dystir, harav teir feskastu eru tveir útisigrar – fyrst 3-1 á Drátti hóskvøldið og síðani 3-0 á KÍF leygardagin. Sigrar, ið gera, at ÍF nú hevur sama stigatal sum Mjølnir og Fleyr, ið bara eru tvey stig aftan fyri oddaliðið, SÍ.
Í dystinum ímóti Drátti byrjaði ÍF væl og vann fyrsta sett, og liðið var eisini væl í gongd í øðrum setti, men hóast 18-12 á odda, tapti ÍF settið. Takkað veri fyrst og fremst góðum verjuspæli, megnaði ÍF at halda tørn tey bæði síðstu settini, so sigurin kom til høldar í einum dysti, har bæði lið royndu, men ÍF bara var tað drúgvari.
Leygardagin gjørdist tað so ein enn greiðari sigur á KÍF, ið royndi at stríðast, men kortini ikki fekk gjørt stórvegis við ÍF-kvinnurnar, sum høvdu gott tamarhald á dystinum so at siga alla tíðina.