ÍF drógu longra stráðið

ÍF høvdu vitjan av havnamonnunum úr Fleyr, í bestu mansdeildini hjá monnum. Teir løgdu væl út og løgdu seg framum 2-0 í settum, men so raknaði Fleyr við, og vunnu triðja sett. Fjórða sett var javnt allan vegin, inntil móti endanum, tá ÍF dróg frá og vann.

 

Tá fjórða sett leið móti endanum, høvdu Fleyr eina góða periodu, har teir fingu vunnið sær nógvir bóltar. Og tá støðan var 18-16 til ÍF, bóðu ÍF um Time-Out. Tá leikararnar fóru á vøllin aftur, varð greitt at Fleyr høvdu framt uppstillningsfeil, og teir vórðu frátiknir tvey stig og ÍF fekk eitt afturat. Hetta tóktist at taka seinastu luftina úr Fleyr ballónini, og so var bara at koyra tað heim hjá ÍF. Teir vunnu so settið og samstundis dystin 3-1.

 

Bartal Eliasen (ÍF) og Hjalmar Joensen (Fleyr) úttala seg eftir dystin:

 

- Teir ungu spæla sera væl í kvøld. Meira enn man kanska kann siga um onkrar av teimum royndu kreftunum á liðnum, sigur Bartal Eliasen, og leggur afturat, at betra liðið vann.

 

- Vit broyttu eitt sindur uppá uppstillingina áðrenn triðja sett,og tað sást alt fyri eitt. Og fjórða sett var eisini rættuliga tætt og javnt, men tá vit missa hasi stigini móti endanum, tá er tað, sum um at korthúsið rapar. Tá er torført at koma aftur móti einum sterkum ÍF-liði, sigur Hjalmar, og leggur afturat at teir vóru ikki nóg góðir í kvøld.

 

Úrslitini í kvøld vórðu annars:

 

ÍF-Fleyr 3-1 (25-19, 25-22, 19-25, 25-16)

 

SÍ-Mjølnir 3-1 (20-25, 25-15, 25-17, 25-16)