Klokkan 13.30 byrjar kvinnufinalan í steypakappingini í flogbólti.
Í ár eru tað ÍF og SÍ, sum eru í finaluni. Ein leiklutur, sum ÍF hevur roynt tríggjar ferðir áður, og tí kunnu tær kanska roknast sum favorittar undan uppgerðini.
Hjá SÍ er talan um fyrstu finaluna. Liðið flutti upp í meistaradeildina fyri trimum árum síðani, men menningin hevur støðugt verið stór, og í ár verður liðið roknað millum tey allar sterkastu í flogbóltskappingini.