F. F. og tað almenna

Dan R. Petersen

Onkur spurdi, hvat eg meinti við, tá eg ætlaði at vera blíðari við tær almennu Føroyar enn sitandi formaður í F. F.
Vit megu gera púra greitt, at tað er Reiðarafelagið, sum er mótpartur hjá F. F.. Tað er Reiðarafelagið, vit skulu samráðast við, og tað er Reiðarafelagið, sum vit um neyðugt skulu seta tiltøk í verk ímóti.
Kringvarpið, bløðini, skiftandi landsstýri, umsiting, løgting og aðrir stovnar eru ikki okkara mótpartar, hóast teir mangan verða heglaðir niður, meðan reiðarar eru totalt friðhalgaðir.
Hvør tímir at vísa einum vælvild, sum konstant er á nakkanum á tær og spillir teg út?
Løgting og landsstýri lóggeva og umsita inntøkutrygd, forskot, skattalætta o.a. Vit hava brúk fyri vælvild frá tí politiska myndugleikanum, um vit vilja tað ella ei. Tað er nógv lættari, at taka sømdir frá einum, sum vil vera tín fíggindi enn einum, tú ert væl við. Eg meti Ólasa skriving móti myndugleikunum beinleiðis at vera skaðiliga fyri sjómenn.
Ikki ein kleyv lesur hansara longu epistlar um rættartrygd. Hana skulu vit lata løgtingsins umboðsmann klára fyri okkum.
Hvar er rættartrygdin hjá dekkarum, sum taka ís uttan løn? Hvar er rættartrygdin hjá sjómonnum, sum bíða í mánaðir eftir avrokning? Hvar er rættartrýgdin hjá teimum, sum uttan løn arbeiða umborð millum túrar? Nær hevur Óli skrivað um hesa rættartrygdina? Ongantíð.
Tí vilja menn hava hann burtur.