Í morgin verður síðsta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini. Tá verða allir dystirnir spældir uttan ein.
Í síðsta umfari skal ÍF, sum hevur vunnið deildina, og sum næsta ár fer at spæla í bestu deildini, at spæla á útivølli ímóti B71.
Feløgini hava avrátt, at tey fara at spæla leygardagin. Fyrsta bríksl Inni í Dal verður klokkan 13, og Niklas Petersen verður dómari. Hjálpardómarar vera Jógvan Breckmann og Dánjal Eli West.
B71 og ÍF hava fyrr í ár spælt tveir tættar og javnar dystir. Í báðum førum koppaði tað ÍF til fyrimunar.
Tá ið ÍF í øðrum umfari var á Sandi, endaði tað við 3-2 sigri til gestirnar, sum skoraðu sigursmálið í evstu løtu. Tá ið B71 í tíggjunda umfari var í Fuglafirði, endaði tað við 4-3 heimasigri. ÍF skoraði sigursmálið fimm minuttir undan leikloki.
B71 er á áttanda plássið við 28 stigum. Tað eru fimm stig aftur til Giza Hoyvík á níggjunda plási, og tí er tað greitt, at B71 næsta ár fer at halda fram í næstbestu deildini. Tað er eitt stig fram til HB og Skála, sum hava 29 stig. Harvið er tað framvegis møguleiki fyri hjá B71 at vinna seg fram á sætta pláss.
Tá ið ÍF hevur fingið handað gullkrónur og steypið, sum eingin er áhugaður í at vinna ov ofta, fara fuglfirðingar norður á ársveitslu og har saman við fjepparum at fegnast um góða árið, sum endaði við, at liðið bara var eitt ár í næstbestu deildini.
Tað er greitt, at Hegga Samuelsen eisini næsta ár verður venjari hjá ÍF.