ÍF Føroyar flytur upp

Besta mansliðið hjá ÍF Føroyar fótbóltur hevur tryggjað sær uppflyting í Keypmannahavnar-seriuna. Tað er at meta sum eitt megnar úrslit, tí ikki síðani 2007 hevur ÍF Føroyar spælt fótbólt á so høgum støði

Tað var farna vikuskifti, at ÍF Før­oyar tryggjaði sær uppflytingina við at vinna 1-2 á útivølli í móti HB, sum liggur á triðja plássi. Rókur av Fløtum Jespersen og Jákup Sørensen, sum er uppvaksnir í ávíka­vist HB og B71, gjørdu málini.

Venjarin væl nøgdur
Andras K. Thomassen hevur verið venjari hjá ÍF Føroyum síðani 2007, seinasta hálvaannað árið sum venjari hjá besta mansliðnum. Hann greiðir soleiðis frá góðu gongd felagsins.
– Várhálvan í fjør eydnaðist sera væl og tískil var uppflyting málið, sum vit settu í august. Nú hetta er rokkið, er tað ongin loyna, at vit eru stak væl nøgdir. Uppflytingin er tryggjað, hóast tvey umfør eru eftir at leika, og tað er ongin ivi um, at hetta fyrst og fremst kemst av, at hópurin er bæði góður og breiður. Nógvir mans himprast ikki við at royna seg á ymsum plássum, og tískil hevur tað verið lætt at seta mann í mans stað. Liðið hevur leikt støðugt væl alt kappingarárið, og hevur einans latið 22 mál inn í 24 dystum og gjørt heili 70 mál, greiðir venjarin Andras K. Thomassen frá.

Nýggi formaðurin fegnast
Ingibjørn Johannesen er formaður í ÍF Føroyar fótbóltur. Hann fegnast sjálvsagt um, at felagið aftur hevur eitt lið í Keypmannahavnar-seriuni fyri fyrstu ferð í fimm ár.
– Í einum lítlum felagi sum okk­ara, hevur hvør einasti limur og stuðul avgerandi týdning. Felagið telur nógvar dugnaligar leikarar og góðar venjarar, umframt at vit eis­ini hava eina vælskipaða nevnd. Haraftrat hava vit ein sera góðan høvuðsstuðul hjá mansliðnum í Elektron. Alt hetta hevur gingið upp í eina hægri eind í ár, og tað hevur stóran týdning fyri ÍF Føroyar, at vit merkja úrslitið av okkara miðvísa arbeiði, sigur Ingibjørn Johannesen, for­maður í ÍF Føroyum.