Tveir sigrar á rað er tað nú blivið til hjá ÍF Føroyum, so nú er javnvág aftur í tap og sigrum eftir at fýra dystir eru spældir. Leygardagin tóku útisetarnir í Keypmannahavn ímóti BK Union, og talan gjørdist um sannan stórsigur. 7-2 endaði dysturin eftir at ÍF Føroyar førdi 5-0 í steðginum. Pætur Dahl, Henry Petersen og Rógvi Arge allir gjørdu hvør sítt mál, eitt sjálvmál var eisini, men heilt stóri málslúkurin var aftur hesaferð Erling Fles, sum gjørdi trý mál. Hann fekk eisini tríggjar atkvøður, tá leikararnir valdu dagsins leikara eftir dystin. Tað fingu Leivur Hansen og Allan Michelsen eisini, og soleiðis gjørdist talan um tríggjar dagsins leikararar.