ÍF fingið nýggjan áleypara

Enn er óvist um Clayton Soares spælir við ÍF komandi kappingarár

ÍF boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 27 ára gamla Adeola Runsewe, sum er úr Nigeria. Hann hevur fyrr umboðað feløg sum FC Midtjylland, Skive, Vendsyssel, Silkeborg og HB Køge í Danmark, og Trelleborgs FF í Svøríki.

 

Norðlýsið hevur fyri kortum skrivað, at spælarin hevur royndarvant við felagnum í eina tíð. ÍF hevur sáttmála við brasilska Clayton Soares, men honum er noktað uppihaldsloyvi. Enn er óvist um fitti og fryntligi áleyparin sleppur til landið, hóast hann hevur arbeitt eitt sindur ov nógv í fjør.

 

Heimasíðan hjá ÍF lýsir Adeola Runsewe, eisini nevndur Ade, sum ein skjótur, sterkur og tekniskur spælari, sum hevur royndir á hægsta í Danmark. Talan er um spælara, sum kann spæla á øllm teimum fremstu plássunum.