ÍF-Fleyr 3-2: Samrøður (FM1)

(FM1) Hoyr tað sum veteranarnir, Suni Juul Pedersen (Fleyr) og Bartal Eliasen (ÍF) søgdu um fimmsettaran

ÍF livir enn í stríðnum at heinta inn SÍ og Fleyr, og harvið tryggja sær rættin at møta Mjølnir í FM-finaluni hjá monnum.

 

ÍF var aftanfyri 0-2 í settum ímóti Fleyr, men so funnu fuglfirðingar stríðsøksina fram og vunnu 3-2. Ígjár vann Mjølnir 3-1 á SÍ í badmintonhøllini í Klaksvík.

 

ÍF-Fleyr 3-2 (22-25, 18-25, 25-22, 25-18 og 15-8)

 

Mjølnir er greitt oddalið við 27 stigum. Fleyr er nummar tvey við 11 stigum, SÍ er nummar trý við 10 stigum og ÍF er aftast við seks stigum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Hilmar Jan Hansen gjørdi við veteranin hjá Fleyr, Suna Juul Pedersen, ið ásannar, at Fleyr hevur tað altíð torført ímóti ÍF á Kambsdali, og tann trupuleikin vitjaði aftur í dag.

 

2) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Hilmar Jan Hansen gjørdi við veteranin hjá ÍF, Bartal Eliasen sum fegnast um, at ÍF fekk rættað uppá tingini aftaná tvey tey fyrstu settini. Bæði stigini ÍF fær í dag merkja eisini, at ÍF hevur ikki so langt upp til SÍ og Fleyr, og hava sostatt enn møguleikan at røkka FM-finaluni. 

 

HERber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum. Brian Poulsen var viðmerkjari.