Fíggjar Varðin Pelagic portal.fo?

Onkur hevur skotið Port­al­i­num í skógvarnar, at tað eru á­vísir aktørar í upp­sjóv­ar­vinn­uni, sum eru fíggjarliga trygd­in aftan fyri keypið og rakst­ur­in av portal.fo, sum kost­aði um 6,5 mió krónur.

Greitt er, at fyritøkan Sp/F Knass­ar ikki megnar at bera í­løg­una, tí tann fyritøkan sam­bært rokn­skap­i­num er in­sol­vent við nega­tiv­um eg­in­pen­ingi upp á 708.000 krón­­ur, og at fyritøkan hevur giv­ið hall tey seinastu seks rokn­­skap­ar­ár­ini frá 2007 til 2012.

Fyri einum mánað síð­an fingu Knassar eina pen­inga­inn­spræn­ing upp á 1,7 milli­ón­ir – samstuns var Poul Han­s­en, ad­vo­k­at­ur, vald­ur til nevnd­ar­for­mann.

Poul Hansen er kendur úr upp­sjóv­ar­vinnuni. Hann átti í Havs­brún og varð djúpt for­nerm­að­ur, tá hann varð tvung­in at selja sín part, tá Bakk­a­frost keypti felagið.

Poul Hansen er eisini nevnd­ar­for­mað­ur í P/F Upp­sjóv­ar­havn­ini á Tvøroyri, har Bogi Jacobsen er stjóri. Sami Bogi Jac­ob­sen er stjóri á Varð­in Pel­ag­ic, og sami Bogi Jac­ob­sen sig­ur við Port­al­in, har Poul Han­sen er nevnd­ar­for­mað­ur, at tað er ikki pláss fyri upp­sjóv­ar­virk­i­num í Fugl­a­firði.

Við útvarpið nýggj­árs­aft­an segði Sveinur Trónd­ar­son, sum hev­ur red­ak­ti­on­ellu á­byrgd­ina av Port­al­i­num, at tað hev­ur ongan týdningin fyri tíð­ind­a­flutn­ing­in, hvør tað er sum eigur.

Vit kunnu staðfesta, at tað verð­ur dult sum mansmorð, hvør ver­u­liga eigur Portalin. Vit eru als ikki samd við red­ak­tør­i­num á Portalinum. Vit halda, tað hevur stóran týdn­ing fyri trú­v­irði, at lesarin sjálv­ur kann meta um, hvørt fíggj­ar­lig á­huga­mál kunnu hava ávirkan á tíð­inda­flutn­ing­in.

Og Portalurin hevur skriv­að nógv um upps­jóv­ar­vinn­una – ser­liga hev­ur hann nógva pos­i­tiva um­røðu av Varð­a­num Pel­ag­ic. Tá nú Port­al­ur­in hev­ur neg­a­tiva um­røðu av ætlaða upp­sjóv­ar­virk­i­num í Fuglafirði, so er spurn­ing­ur­in so nátúrligur:
– Er tað Varðin Pelagic sum fíggjar Portal.fo?