Fíggjarkreppan er ikki endin á lívinum

So leingi tú hevur starv, og ikki ætlar at keypa ella selja hús, og heldur teg frá ovurnýtslu, so er ongin vandi, sigur serfrøðingurin í privatøkonomi og føroyavinurin, Lisbeth Nebelong

Fíggjarkreppan er eitt gilt høvi at venda privatu fíggjarstýringini frá ovurnýtslu og undirskoti, til javnvág og helst eisini yvirskot.

Hetta heldur danski føroyavinurin og rithøvundurin Lisbeth Nebelong, sum eisini er serfrøðingur í privatøkonomi.

Nú fíggjarkreppan nærkast, er hon fastur gestur hjá donskum miðlum, sum práta við hana um privatøkonomi. Har hevur hon nógv góð ráð til, hvussu vit kunnu halda skil á privatu fíggjarstøðuni, og hon heldur ikki, at vit hava orsøk til at fara í panikk.

- So leingi tú hevur starv, og ikki ætlar at keypa ella selja hús, og heldur teg frá ovurnýtslu, so er ongin vandi. Tvørturímóti kunnu vit fáa nakað positivt burturúr kreppuni, sigur Lisbeth Nebelong, sum júst nú skrivar sjeyndu bókina um privatøkonomi. 

Við Kup! hjá Ekstra Blaðnum forklárar hon, at meðan vit seinastu árini hava lænt pening til forbrúk, fara vit komandi árini at spara upp til forbrúk.

- Kreppan kann vera eitt gilt høvi til at fáa skil á fíggjarstøðuni. At fáa bukt við ringar vanar og ovurnýtslu, sigur hon.


Klipp kortini sundur

- Hugsa øðrvísi og kreativt, so tað verður stuttligt at hava yvirskot. Droppa kreditt- og kontokort, sum kunnu geva tær eina falska kenslu av, at tú hevur fleiri pengar enn tú í veruleikanum hevur. Tá verður tú eisini meiri tilvitað um, hvat tú brúkar pengarnar til.


Sunn fíggjarstøða

- Sunnur búskapur javnvigar, og hevur helst eisini eitt yvirskot. Tað er ósunt, um ráðini brádliga ikki eru til óvæntaðar útreiðslur mitt ella síðst í mánaðinum. Við smáskuld, kontokortum og dýrum brúkslánum er størri vandi fyri undirskoti.


Lumpa okkum sjálvi

- Ikki brúka fleiri pengar, enn tú eigur. Tú lumpar teg sjálva, um tú sigur teg ongan áhuga hava fyri pengum og fíggjarviðurskiftum. At vera afturút við rokningum og at hava undirskot ger, at pengarnir, sum ikki eru, altíð eru í fakus. Við yvirskoti er óneyðugt at brúka orkuna til stúran.


Mangir løkir smáir..

Við at goyma allar kvittanir og halda roknskap, kanst tú síggja eitt mynstur í brúkinum. Kanska keypir tú ov nógv sodavatn ella góðgæti, ella gongur ov ofta í býnum. Har er nógv at spara við at keypa stórt inn og fylla frystaran. Eisini við at droppa fast-food. Kanna eftir, um tú kanst fáa betri avtalur um telefon, internet, tryggingar ella fitness.


Hav reiðan pening

Tak eina fasta upphædd út um vikuna. So hevur tú bara reiðan pening, og hevur ikki ráð til óneyðugar freistingar, tá tú keypir inn. Hevur tú gjaldskort, so brúka tað sum minst. Tað gevur eina falskan tryggleika og eina kenslu av, at tú eigur fleiri pengar, enn veruleikin er.


Hvussu við kassakreditti?

Kassakredittur er eitt fínt amboð, um hann verður brúktur til at savna og gjalda niður skuld frá til dømis fleiri kontokortum. Ella sum ein stuðul, meðan tú kemur uppundan og fært gjørt tær eina uppsparing. Men kom ikki niður á botn, og minst til, at kassakreditturin er ikki tín peningur. Brúka hann bara í neyðini og ikki til ovurnýtslu.


At hava uppsparing

Legg peningin til viks beinanvegin lønin kemur inn. Tað nýtist ikki at vera tað stóra. Til dømis geva fimm prosent av mánaðarlønini nokkso fitt árliga.


Vanligasti vandin

Vanligasti trupulleikin er, at fólk brúka fleiri pengar enn tey tjena. Yvirtrekk og kassakredittur eru úrslit av ovurnýtslu. Men tað eigur at vera samsvar millum tað, sum vit signalera úteftir, og rútakuvertarnar har heima. Ein kanning hjá Visa vísur, at fólk ikki vita, hvar 12,5 prosent av pengunum fara. Teir hvørva bara út í tóman heim.


Onki yvirtrekk

Gjaldskort sum eitt nú Visa Electron og Maestro kunnu ikki yvirtrekkjast, tí tey hava saldueftirlit. Hetta gevur brúkarum eitt amboð til at varðveita stýringina. 



--


Keldur: Ekstra Bladet, Costume og www.sundoekonomi.dk