Fíggjarlógarraðfestingin og blokkurin

Oddagrein

Vit kunnu, sum áður nevnt, gleðast um, at eldrarøkt, útbúgving og heilsa eru raðfest øki á fíggjarlógini. Tó eiga vit at minnast til, at vit í komandi árum fáa størri árgangir av pensionistum, og tí vil sama tænastustøði kosta meir pengar, hvussu so víkir og vendir, og tí merkir ein hægri upphædd og fleiri pláss ikki neyðvendigis eina hægri raðfesting, men bert ein staðfesting av tí sjálvfylgiliga. Í hesum sambandi er umráðandi, at politikararnir halda fast um verandi tænastustøði í teimum tingum, sum hava riggað væl nú í nógv ár, og kanska verða eitt sindur varnir við at seta nýggj heilsutiltøk í verk í tíðum sum hesum, har trýstið á fíggjarlógina er so stórt.

Ein uppraðfesting av ávísum økjum merkir eisini automatiskt eina niðurraðfesting av øðrum økjum. Tað er í hesum sambandi umráðandi, at politikararnir hava rygg til at halda fast um raðfestingina, og vísa til hana, um okkurt krav kemur úr øðrum herðashorni. Um politikararnir støkka undan, sum man oftani hevur sæð fyrr, so enda vit við tí víðagitna pleniklipparanum, har alt verður skorið, uttan nakra raðfesting. Hesin mátin er lættasti mátin hjá politikarunum at sleppa sær undan eini raðfesting, tí teimum verður við ein slíkum máta givið høvi til bert at yppa øksl, og siga, at øll mugu taka sín part av sparingini.

Við raðfestingsyvirskriftini, so hevur samgongan givið eitt signal um, at eldrarøkt, útbúgving og heilsa ikki skulu svíða undir trengri fíggjarkarmunum. Spuringurin er so, hvørjir sektorar skulu so spara. Tað varð sagt alment, at Landstýrið hevði skarvað á leið 200 milliónir av útreiðslusíðuni á fíggjarlógarynskjunum hjá umsitingini. Hetta merkir eina niðurraðfesting av nógvum økjum, og her verður áhugavert at síggja, hvat hetta er, um tað ikki er eldrarøkt, útbúgving og heilsa.

Skatta-og avgjaldstrýstið økist. Nógv umtalaði skattalættin, ið annars ikki fer til tey hægstløntu, hóast andstøðan framhaldandi førir hesi ósannindi fram, verður etin upp í hækkandi vegskatti og avgjøldum á søtum vørum og tubbakki. So kann man spyrja, um ikki frægari var at lata skattin verða sum er, og heldur sloyfa avgjaldshækkingarnar, men eftirsum hetta er ein samgonguavtala, so er helst ringt at broyta, hóast tað tykist sum um, at man letur við høgru hond og tekur inn aftur við vinstru.

Tann størsti grundleggjandi trupulleikin er blokkniðurskurðurin, sum hendi í bestu tíðum. Undanfarna samgonga hevði ikki rygg til at fortelja Føroya fólki, hvar hesin peningur, á leið ein millión um dagin, skuldi sparast, tá konkjukturgongdin broyttist. Nú situr so hendan samgongan við keðiligu uppgávuni at skula skera útreiðslusíðina og hækka inntøkur landskassans í eini tíð, har generella gongdin í samfelagnum er ring.

Vit mugu minnast til, at blokkniðurskurðurin var somikið populerur, at meira enn triði hvør veljari í Suðurstreymi, har nógv flest almenn starvsfólk eru, tók undir við hesum niðurskurði. Tá úrslitið av hesum niðurskurði nú er vorðin tað, sum væntandi var, so er tað í grundini løgið, at eingin tykist vilja taka ein niðurskurð á almenna økinum, har júst tey starvast.

Sosialurin