Fyrrverandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, metir tað vera sera óheppið fyri samfelagið, at einki fíggjarlógaruppskot er lagt fram enn.
- Samfelagið hevur reelt ligið uttan stýring síðan fyrst í desember mánað, og tað er sera óheppið, serliga sum gongdin er nú, sigur Karsten Hansen.
Hann er greiður yvir, at tað tekur tíð hjá nýggja landsstýrismanninum at smíðja eitt fíggjarlógaruppskot, um broytingar skulu gerast.
- Men nú er so langt liðið út á árið, at hann fær ikki gjørt stórvegis broytingar. Sambandsflokkurin var fyri ein stóran part fyri fíggjarlógaruppskotinum, ið eg sum landstýrismaður í fíggjarmálum legði fram í heyst, og tískil átti at borið til at gjørt nakrar broytingar í tað uppskotið og síðan lagt tað fyri løgtingið. Síðan kundu aðrar broytingar verið gjørdar so við og við, metir Karsten Hansen.
Karsten Hansen metir, at við sínum skiftandi útmeldingum um, hvussu stórt undirskotið verður á fíggjarlógini, er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum við til at skapa ein ótryggleika í samfelagnum
- Undir samgongusamráðingunum frættist, at undirskotið fór at vera 500 milliónir krónur. Seinni hevur talið 400 milliónir verið nevnt, og nú sigur landsstýrismaðurin so, at undirskotið verður 200-300 milliónir, sigur Karsten Hansen og heldur fram:
- Eg haldi tað vera sera óheppið og skapar ein ótryggleika at koma út við leysum tølum um fíggjarligu støðuna. Úrslitið gerst einans, at øll sláa bremsurnar í, og eingin torir nakað. Og tað ger so einans støðuna verri, leggur Karsten Hansen afturat.