Eftir at hava sitið í sessinum í ein mánað er Bárður Nielsen, landstýrismaður í fíggjarmálum, við at koma undir land við arbeiðnum at smíðja eitt fíggjarlógaruppskot fyri 2004.
Í vikuni hava fundir verið við øll aðalráðini, har ymsu játtanirnar eru gjøgnumgingnar. Bárður Nielsen vísir á, at tveir tinglimir úr hvørjum flokki hava verið við á hvørjum fundi, og tískil kenna samgongulimir uppskotið, áðrenn tað kemur til viðgerðar á samgongufundi mikudagin. Tí er landsstýrismaðurin bjartskygdur.
- Eg vænti, at uppskotið verður liðugt síðst í næstu viku. Síðan skal tað gjøgnumkannast, reinskrivast og eftirkannast, áðrenn tað kann leggjast fyri løgtingið, sigur Bárður Nielsen.
Eingi fingramerki
Bárður Nielsen sigur, at av tí at so nógv er liðið av árinum fer politikkurin hjá nýggju samgonguni ikki at merkja fíggjarlógaruppskotið fyri 2004.
- Tað gevur onga meining at skunda nakað ígjøgnum, og effektin av møguligum inntrivum sæst ikki tað stóra aftur í ár kortini, vísir Bárður Nielsen á.
- Tí fara vit í staðin at leggja okkum eftir at fáa okkara politikk at skína ígjøgnum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005, ið verður lagt fram til heystar.
Fíggjarlógaruppskotið, ið Bárður Nielsen fer at leggja fyri løgtingið, byggir í høvuðsheitum á framskrivingar av tølunum fyri 2003, íroknað lønarvøkstur o.a.
Undirskot
Í vikuni segði Bárður Nielsen, at undirskotið á fíggjarlógini fyri 2004 fer at vera millum 200 og 300 milliónir krónur. Hóast fíggjarlógararbeiðið er komið longri í dag, so vil landstýrismaðurin ikki seta neyvari tal á.
- Vit rokna framvegis við, at undirskotið verður onkunstaðni millum 200 og 300 milliónir krónur, sigur Bárður Nielsen.
Vísir ákærum aftur
Bárður Nielsen vil ikki hava sitandi á sær, at hann hevur slongt um seg við tølum um, hvussu stórt undirskotið verður, og á tann hátt verið við til at skapa ótryggleika í samfelagnum.
- Fyri trimum vikum síðan segði eg, at undirskotið fóra at vera 400 milliónir, og at tað talið bygdi á reinar framskrivingar og um eingi inntriv fóru at vera gjørd. Tá eg nú sigi at undirskotið fer at vera millum 200 og 300 milliónir krónur, byggir tað á framskrivingar av tølunum fyri 2003, umframt inntriv og sparingar, ið skulu gerast. Hetta eru einastu tøl, ið eru komin frá mær, sigur Bárður Nielsen.
Spurdur, hvørt hann ikki bara kundi bygt sítt uppskot á fíggjarlógaruppskotið frá í heyst sigur Bárður Nielsen, at tað ikki er so einfalt.
- Fleiri øki í tí uppskotinum kravdu stórar lógarbroytingar, og tær er ov seint at gera nú. Harumframt hevur verið neyðugt at endurskoða fleiri játtanir.
- Eitt dømi um hetta er, at í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004 vóru einans 67 milliónir settar av til sjúklingaviðgerðir uttanlands. Hetta hóast veruliga útreiðslan av hesum var 92 milliónir krónur í 2003, sigur Bárður Nielsen.