Fíggjarlig umsiting av fiskiskapi

Í dag endaði ein norðurlendsk fiskivinnuráðstevna, sum byrjaði á Hotel Føroyum í gjár. Heitið á stevnuni er "Økonomisk Forvaltning af Fiskerierne"

Ráðstevna

Tað var landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, sum setti stevnuna í gjár.
Gestarøðarar á ráðstevnuni hava verið Carl-Christian Schmidt, sum er leiðari á fiskivinnudeildini hjá OECD, Ásgeir Daníelsson, búskaparfrøðingur hjá Íslendska Landsbankanum og Kjartan Hoydal, aðalskrivari hjá NEAFC.
Á ráðstevnuni hevur eisini verið kjak millum embætisfólk í norðurlondum við støði í fyrilestrinum hjá Kjartani Hoydal.

Tilfeingisrenta
Í morgun klokkan 9 varð ráðstevnan tikin uppaftur á Hotel Føroyum, og tá vórðu granskingarúrslit um tilfeingisrentu við støði í dømum úr norðurlendskum fiskiskapi løgd fram.
Ráðstevnan endaði við kjaki millum norðurlendskar fiskimálaráðharrar um tilfeingisrentu og aðrar búskaparligar spurningar í sambandi við umsitingina av fiskatilfeinginum.
Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, er ein teirra, sum hevur verið við á ráðstevnuni.
Hann sigur, at tað hevur verið áhugavert at fylgt fyrilestrunum og kjakinum, men sum hann tekur til, er hann ikki búskaparfrøðingur, og tað er serliga búskaparlig stýring av fiskivinnuni, sum stevnan hevur snúð seg um.
Hjalti heldur, at reiðarar, sum hava verið við á ráðstevnuni, ivaleyst hava onkrar meiningar um tilfeingisrentuna, ið ráðstevnan eisini hevur snúð seg um.

Hoyra meira
- Eg haldi ikki, at nakar veruliga hevur praktiserað tað, sum vit rópa tilfeingisrentu, enn, men hetta verður ivaleyst nakað, vit fara at hoyra meira um, heldur Hjalti í Jákupsstovu.
Sosialurin fer at venda aftur til ráðstevnuna um "Økonomisk Forvaltning af Fiskerierne" seinni í vikuni.